Regatta og Norðurlendsk Strandamentanarstevna í Vági í juli 2016
Komandi ár verða Føroyar vertur fyri stevnuni Norðurlendsk Strandamentan. Tað eru Vágs kommuna og felagið Føroysk Træseglskip sum vera vertir fyri stevnuni.
Les meiri >>
Hátíðarlig løta í góðveðrinum í Víkarbyrgi
Í góðveðrinum í dag hava grindabátarnir í Vági verið vanligu útferðina, sum verður gjørd 2. Hvítusunnudag. Í dag gekk leiðin til Víkarbyrgis.
Fundur í Stóra Pakkhúsi 20. mars 2014
Tórsdagin 20. mars kl. 19 hevur grindabátafelagið fund fyri øllum áhugaðum. Á skránni er umrøða av summarskránni hjá grindabátunum.
Fara til Porkeris á Hvítusunnu
Eins og undanfarin ár fara grindabátarnir úr Vági eisini í ár á útferð á Hvítusunnu. Hesar útferðir eru vanliga til bygdir í oynni og í ár gongur leiðin til Porkeris.
Fantastiskur endi á Regatta’ini 2012
Regatta’in 2012 endaði í Vági í dag, tá gomlu træskipini og deksbátarnir á Vágsfirði fingu heiðurliga móttøku av gomlu grindabátunum í Vági. Á keiini fingu áskoðarar í hundraðtali eina stórfingna løtu.
Væleydnað grindabátaferð til Hovs
Hvítusunnudag fóru grindabátarnir úr Vági ferð til Hovs. Farið varð av Vági nakað eftir kl. 9 á morgni og talan gjørdist um ein framúr góðan túr.
Grindabátaferð til Hovs 1. Hvítusunnudag
1. Hvítusunnudag fara grindbátarnir úr Vági til Hovs. Riggað verður tó til longu seinnapartin leygardagin.
Grindabátarnir í 2012
Í januar høvdu grindabátarnir fund, har tosað varð um grindabátarnir, tiltøk og ferðir í 2012. Á fundinum vórðu millum annað hesi viðurskifti umrødd.