Væleydnaður grindabátadagur 2011
Leygardagin 28. mai var árligi Grindabátadagurin í Vági. Veðurforsøknin var fyrr í vikuni heldur ivasom, men tá samanumkom gjørdist veðrið av tí besta.
Nógv hundrað fólk leitaðu sær oman á Garðabrúgv til eina hugna løtu við kaffi, prát, sangi og røðu.
Farið varð av Garðabrúgv um hálvgum trý tíðina og siglt varð við seglum út eftir fjørðinum – og ein lítlan tíma seinni komu bátarnir inn eftir aftur. Fyri tey nógvu vitjandi á Garðabrúgv, sum eisini fevndi um gestir norðanfjørðs og úr grannalondunum Íslandi, Norra og Danmark, var hetta ein sera vøkur sjón.
Bátarnir vórðu drignir og settir á Garðabrúgv. Og við einum góðum kaffimunni og vaflum og pannikøku afturvið varð skemtað og prátað. Jacob Vestergaard var gestarøðari og hugleiddi um týdningin tilknýtið okkara til havið hevur. Og Poul í Líðini syrgdi fyri góðum tónleiki hesa løtuna á Garðabrúgv. Ein góðan tíma eftir at tiltakið endaði og fólkið varð farið heim, øtlaði hann vindin og ælini gjørdist grov, men tá var Grindabátadagurin 2011 endaður.