Sigmundur Brestisson

Sep 28, 2011

Sigmundur Brestisson er tíggjumannafar og hevur neyst á Marknoyri.


Formaður á Sigmundi Brestisson er Jógvan Krosslá.

Um Sigmund Brestisson
Sigmundur Brestisson er ein av teimum nýggjaru grindabátunum í Vági. Sofus og Mikkjal hjá Poul Hammer inni í Líð smíðaðu Sigmund Brestisson til ungar suðuroyingar, sum gingu á skúla í Keypmannahavn. Báturin skuldi brúkast til kappróður ímóti teimum, ið vóru norðaneftir, sum høvdu keypt Gøtu Trónd at rógva við í Oyrarsundi.

Sigmund Brestisson var liðugt smíðaður í 1940 og sendur til Keypmannahavnar tann næstseinasta túrin hjá Tjaldrinum, áðrenn týskararnir hertóku Danmark. Undir øllum krígnum róðu suðuroyingar við Sigmundi Brestissyni og norðoyingar við Gøtu Trónda.

Eftir kríggið gingu eini 10 mans í Vági saman um at keypa Sigmund Brestisson aftur til Føroyar. Báturin er skrásettur hjá sýslumanninum 12. August 1957. Hann er tíggjumannafar og 26,9 føtur til longdar, 6,1 føtur breiður og 2,0 føtur djúpur

Leave a comment