Grindabátarnir í 2012

Feb 15, 2012

Í januar høvdu grindabátarnir fund, har tosað varð um grindabátarnir, tiltøk og ferðir í 2012. Á fundinum vórðu millum annað hesi viðurskifti umrødd.

Páska-róður
Róður á fjørðinum ein av páskadøgunum.

2. Hvítusunnudag til Hovs
2. Hvítusunnudagur hevur verið ein afturvendandi dagur, har grindabátarnir hava gjørt ferðir í Suðuroynni.

Í ár verður róð og siglt við seglum til Hovs 2. Hvítusunnudag (28. mai).

Føroya Regatta í Vági leygardagin 7. juli
Vikuskiftið 6. og. 7. juli verður Føroya Regatta, har gomul føroysk skip sigla kring landið. Føroya Regatta kemur í ár á Vág og verður tað leygardagin 7. juli.

Grindabátarnir verða sjálvsagt við í hesum tiltaki.

  • Fiskikapping millum grindabátar í august
    Mitt í august verður fiskikapping millum grindabátarnir.

    Nærri verður lýst seinni um nær í august fiskikappingin verður og hvussu kappingin verður skipað.

     

    Leave a comment