Grindabátaferð til Hovs 1. Hvítusunnudag
1. Hvítusunnudag fara grindbátarnir úr Vági til Hovs. Riggað verður tó til longu seinnapartin leygardagin.
Skráin fyri dagarnar báðar er hendan:
Leygardagin kl. 17.00: Møtast á Garðabrúgv og síðani verður farið at flota bátarnar ið verða lagdir við Garðabrúgv.
Sunnudagin kl. 09.00: Møtast á Garðabrúgv, gera klárt og farið verður til Hovs. Frelsunarherurin syngur við fráferð.
Síðani verður siglt til Hovs har kirkjugongd er kl. 12.30.
Í Hovi er skúlin opin har okkurt ábit verður. Savnið á Mýru er eisini opið. Vit njóta dagin í Hovi.
Einaferð seinnapartin verður farið aftur til Vágs og fari verður hvør til sítt.
Øll – kvinnur, menn, børn – eru hjartaliga vælkomin at luttaka so longi pláss er í bátunum.