Grindabátarnir og summarið 2014

Mar 20, 2014

Gjogvarabaturin-2009Grindabátarnir fara aftur í summar fleiri ferðir.

17. mai 2014 eru grindabátarnir bjóðaðir til Sumbiar til Mentanardagarnir – MENT – í Sumba. Um viðrar verður farið av Vágseiði og róð verður til Sumbiar.

24. mai 2014 er Johannu – dagur í Vági, tá sluppin Johanna TG 326 hátíðarheldur 130 ára føðingardag. Um viðrar verður farið av Garðabrúgv út á fjørðin kl. 13.30.

2. Hvítusunnudag verður farið til Víkarbyrgis. Um viðrar gongur leiðin til Víkarbyrgi. Í Víkarbyrgi verður, sum vant, gudstænasta. Um tað ikki viðrar at fara til Víkarbyrgi, so verður farið inn á Lopra.

Møguliga verður eisini onkur onnur ferð í summar.

Meiri verður at frætta um ferðirnar, tá vit nærkast.

 

 

Comments are closed.