Hátíðarlig løta í góðveðrinum í Víkarbyrgi
Í góðveðrinum í dag hava grindabátarnir í Vági verið vanligu útferðina, sum verður gjørd 2. Hvítusunnudag. Í dag gekk leiðin til Víkarbyrgis.
Veðrið var av tí allar fagrasta, tá grindabátarnir um 11 tíðina fyrrapartin fóru av Garðabrúgv í Vági. Nakrir bátar løgdu inn í keiini, har sluppin Johanna lá, júst afturkomin úr Scrabster, tí nakrir av monnunum skuldu við á ferðina til Víkarbyrgis.
Róð var av Vági, úteftir Vágsfirði – ikki var hugsingur um at seta segl, tí tað var als onki lot, púra stilt.
Tá farið varð framvið Grønunum og lagt var inn á Víkarbyrgi, tá bar til at seta segl eina løtu, men so var aftur blikalogn, ikki ein ond.
Í Víkarbyrgi var stór fjøld av fólki at taka ímóti grindabátunum. Og umframt grindabátarnir úr Vági, høvdu sumbingar mannað Sunnbing, og tvøramenn og hovbingar komu við Naddoddi.
Og fleiri motorbátar høvdu eisini leitað sær til Víkarbyrgis.
I Víkarbyrgi fór manningar í land og grindabátarnir vórðu fortoyaðir. Millum seinastu bátarnir at koma at landi var Oyrabáturin, har Heri Joensen, prestur eisini var við.
Hátíðarligt at síggja prest í prestakjóla traðka í land av grindabáti uppá keiina í Víkarbyrgi.
So var at fáa sær kaffi og matpakka í góðveðrinum; og ikki minst eitt gott prát.
Og klokkan trý var so úti-gudstænasta. Eli Poulsen í Sumba las inngangsbøn. Heri Joensen, prestur, prædikaði, og Frelsunarherurin í Vági, undir leiðslu av Ben Eli Dam, sungu og spældu undir sanginum.
Ein sera góð og hátíðarlig løta í góðveðrinum í Víkarbyrgi, har eini 3-400 fólk vóru savnaði.
Eftir gudstænastuna var “farið uppá gólv” og eftir Flovin Bænadiktsson gekk leiðin aftur til Vágs.
Ein framúr góður dagur við grindabátum á ferð til Víkarbyrgis.