Skip- og bátar vælkomin til Nordisk Kystkultur og Føroya Regatta í Vági

Jun 13, 2016

Grindabatar_HavnVikuskiftið 8. til 10. juli 2016 verður strandamentanarstevnan Nordisk Kystkultur Festival og Føroyska Regatta’in í Vági. Skip og bátar úr øllum norðurlondum luttaka á stevnuni, sum hevur eina sera spennandi og fjøltáttaða skrá.

Norðurlendska og føroyska skipa- og bátafylgi koma fyrst til Havnar tórskvøldið 7. juli og farið verður so til Vágs fríggjadagin 8. juli, har skip og bátar koma kl. 18. Stevnan verður síðani sett og eitt vikuskiftið við sera spennandi og fjáltáttaðari skrá byrjar.

Skráin fevnir um alt frá dansi og góðum mati til fyrilestrar og framløgur, tónleikaframførslur og konsertir, framsýningar og tiltøk fyri børn og ung. Í teltum á keiini í Vági verða norðurlendskar verkstovur, har vitjandi kunnu fáa eitt innlit í norðurlendska strandamentan. Á keiini í Vági verða fleiri stór telt, sum umframt framsýningar og verkstovur, eisini fevna um sølu- og mattelt, og telt við palli, har tónleikarar úr Føroyum og hinum Norðurlondunum fara at hava framførslur fríggjadagin og leygardagin.

Umframt skip og bátar, sum luttaka í føroysku regatta’ini og strandamentanarstevnuni, so eru stuttleika-bátar o.o. hjartaliga vælkomin til Vágs í smb. við stevnuna. -Og verða bidnir um at boða Vágs Havn frá í góðari tíð á tlf. 373033.

Fylgjast kann við Nordisk Kystkultur og Føroya Regatta á heimasíðuni hjá Grindabátunum í Vági, www.grindabatar.com

Comments are closed.