Svanurin

Svanurin er bygdur í 1900 av kenda báta-smiðinum Hans Jacob Hjelm á Løðhamri í Vági.

Svanurin er 27,1 føtur langur, 6,1 føtur breiður og 2,2 føtur djúpur.

Umsókn um skráseting av Svaninum er dagsett í Vági 27. juni 1903 og er uppmátingin gjørd á Tvøroyri 14. september sama árið. Í skrásetingarskjalinum verður sagt, at Svanurin er tíggjumannafar og hevði hann fiskiloyvi til snøri og línu.

Svanurin kostaði 300 kr. at gera, smíðiløn og viður. Teir vóru 10 mans, sum áttu Svanin, og hóast 30 kr. var nógv at rinda í part, so vunnu teir skjótt pengarnir inn aftur, tí fiskiskapurin var góður.

Róð varð út við Svaninum á hávetri, eina-mest tí hann var tíggjumannafar. Restina av árinum varð róð út við smærri bátum, fýra- og seksmannaførum.

Svanurin fiskaði øll árini frá 1901 til 1918 og avreiddi fiskin á Tjørn. Síðsti dagurin, ið Svanurin avreiddi fisk, var 22. mai 1918 og er hetta helst seinasta árið, at róð hevur verið út við átta- og tíggjumannaførum. Eftir hetta rógva vágbingar út av Vágsfirði við deksbátum við motori.

Svanurin var sjálvandi í mangari grind og hevur øll árini og verður enn í dag brúktur sum grindabátur. Mangar eru frásagnirnar um grindaferðir.

Vann Veðrasteypið í 1943
Svanurin var eisini tiltikin gongubátur og varð eisini róð kapp við Svaninum. Árini 1941, 1942 og 1943 róðu teir kapp á Ólavsøku og tá teir vunnu øll árini, vann Svanurin eisini Veðrasteypið til ognar og stendur steypið í dag í Stóra Pakkhúsi.

Svanurin verður enn í dag brúktur í grind og í øðrum sambandi. Neystið hjá Svaninum er í Lágabø.